Teitur á 23. og 1. plássi

Á almenna danska sølulistanum er Stay Under The Stars hjá Teitur dottin út um tær 20 mest seldu fløgurnar í Danmark, hon liggur hesa vikuna á 23. plássi. Men á alnet fløgu handlinum imusic.dk, liggur Teitur enn ovast.



Seinastu vikuna hevur Teitur verið í Svøríki, men í dag fer hann á pallin í Amager Bio, har væntandi nógvir føroyingar fara at nýta høvið at hoyra okkara fremsta singer songwriter.