Teitið aftur á palli

Eftir at onki norðoyastevnuteiti var í fjør, er tað komið afturí aftur í ár. Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur sett eitt teiti upp á beinini, og verður tað á skránni fríggjakvøldið, tvær ferðir leygardagin og tvær ferðir sunnudagin í mentunarhúsinum Atlantis. Síðani verður spælt alt eftir, hvussu áhugin er, gjøgnum vikuna aftan á norðoyastevnu.
Ongin filmur koyrir í biografinum um stevnuna. Men mikukvøldið eftir stevnuna verður aftur filmur á skránni. Tá verður filmurin Van Helsing á skránni. Og vikuna eftir kunnu fólk gleða seg til at síggja stórfílmarnar Passion of the Christ hjá Mel Gibson og Troy við millum annað Tom Cruise og Brad Pitt.