Teit: Løgið vit ikki fáa brotsspark

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Teit Jacobsen hjá HB, sum royndi seg á miðvøllinum hjá HB ímóti FC Levadia taka samanum dystin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Teit Jacobsen hjá HB aftaná 0-2 tapið hjá HB í Europa League undankappingini ímóti estlendska FC Levadia, sum gav eitt samlað 1-3 tap.

 

Teit Jacobsen hevði fyrireikað seg at spæla í álopinum, men endaði við at spæla á miðjuni. Sjálvur helt Teit Jacobsen, at tað gekk væl hjá sær, og hann sigur, at hann kann spæla á øllum offensivum plássum uttan nakran trupuleika.

 

Teit Jacobsen iðrar seg eins og Jan Dam um úrslitið, og Teit Jacobsen heldur, at HB-arnir høvdu størri og vandamiklari málmøguleikar enn FC Levadia, men HB fekk ikki umsett møguleikarnar til mál. 

 

Eisini undrast hann á, at HB ikki fekk brotsspark, tá bólturin fór í hondina á estiskum spælara, sum stóð í manngarðinum hjá FC Levadia.