HB hevur í gjørt avtalu við Sønderjyske um at leiga Teit Jacobsen fram til juni mánað. Føroyski U21 landsliðsspælarin hevur verið rundan um besta liðið hjá Sønderjyske í uppstartinum, men nú velur felagið at útleiga hann til HB í eitt styttri tíðarskeið.
Sum skilst, so skal útleiðingin ikki skiljast sum at orkuríki framrættaði spælarin ikki hevur eina framtíð í Sønderjyske. Felagið umhugsaði at útleiga hann fyrr í ár, men valdi at halda fast í honum. Nú er flytingrvindeygað latið aftur í Danmark og tí kemur hann til Føroya at fáa spælitíð.
Teit Jacobsen skal aftur til Sønderjyske, tá kappingarárið í Superliguni er liðugt í summar. Teit Jacobsen er uppvaksin í HB og bleiv einum einum stórum ári síðani seldur til Sønderjyske. Tí kennir hann væl til spælararnar og umhvørvi. HB er í løtuni uttan Aleksandar Stankov, so tað er hugsandi, at hann skal avloysa fyrrverandi makedoniska U21 landsliðsspælaran.
Væntandi verður avtalan undirskrivað og almenn seinni í dag.










