TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Teit Jacobsen hjá HB, sum brendi avgerandi brotssparkið, tá Víkingur vann brotssparkskappingina 4-3, og samanlagt 7-6 í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
- Áh nei, hetta hendir ikki, var fyrsti tankin Teit Jacobsen hevði aftaná avgerandi brenda brotssparkið. Teit Jacobsen sendi Geza Turi í Víkinga-málinum skeivan veg, men hevði ikki goldið marginalskatt áðrenn hann skeyt, tí skotið tók innaru síðana av stongini, og fór út. Teit Jacobsen lýsir eisini støðuna við sterkum orðum.
Teit Jacobsen er sera harmur um, at tað skuldi enda soleiðis, men hann er stoltur, leikliga um avrikið hjá HB, og heldur, at tað var gott komið aftur, tá hugsað verður um, at Víkingur var á odda 2-0 tíðliga í dystinum.