Teit Jacobsen livir nú lívið sum yrkisspælari í Sønderjyske. Hann skifti fyri kortum frá HB til Sønderjyske í bestu deildini í Danmark.
Fyrst á skránni var ein samansjóðingartúrur saman við nýggju liðfeløgunum. Nú er lívið sum yrkisspælari veruliga byrjað.
- Fyrsta venjingin við Sønderjyske. Sera spennandi tíð fyri framman og vónandi gongur alt sum eg vil tað skal ganga, skrivar Teit Jacobsen á Instagram.
Har hevur hann viðheft eina mynd frá venjingini. Teit Jacobsen hevur gjørt ein trý og eitt hálvt ára sáttmála við Sønderjyske.