Teit Jacobsen væntar ikki at verða útleigaður frá Sønderjyske, har hann í seinastuni hevur fingið spælitíð á besta liðnum. Ungi havnarmaðurin skifti fyri einum ári síðani til Sønderjyske, men hevur ikki fingið debut í Superliguni enn.
Les eisini: Meiri spælitíð til Teit
Tað hevur verið upp á tal, at Teit Jacobsen skal útleigast, fyri at fáa minuttir í beinini, men sum støðan er í løtuni, so verður tað av ongum. Teit Jacobsen sigur við In.fo í kvøld, at hann einki hevur hoyrt frá nøkrum, og tí ikki væntar at blíva útleigaður.
Les eisini: Frá stjørnu til linjuverja
19 ára gamli Teit Jacobsen segði í gjár við In.fo, at hann er til reiðar til gera tað, sum skal til fyri at koma nærri besta liðnum. Tað tykist í løtuni avbera sannlíkt, at føroyski U21 landsliðsspælarin heldur fram í Sønderjyske, eftir at flytingarvindeygað í kvøld letur aftur.
Flytingarvindeygað letur aftur: