Leygardagin var Teistin tekniskan royndartúr. Øll tann tekniska útgerðin, sum ikki kann roynast við bryggju, varð roynd út í odd og egg henda dagin. Menn vóru væl nøgdir við royndartúrin, og alt tóktist at rigga, sum tað skal.
Teistin hevur ligið við bryggju á Skála tað seinasta árið, meðan fólk hava riggað hann til.
Teistin skal í sigling millum Gomlurætt, Hest og Skopun, og tí legði skiparin leiðina í Hest- og Skopunarfjørð, har øll útgerðin skuldi standa sína roynd. Siglt varð framvið Gomlurætt, Hest og Skopun, men skipið legði ikki at. 40-50 fólk vóru við á royndartúrinum.
Enn er ikki møguligt hjá Teistanum at leggja at í Hesti og í Skopun, tí havnirnar ikki eru lagaðar til nýggja skipið enn. Havnin í Skopun skal breiðkast, men tað arbeiðið er ikki byrjað enn, og havnin í Hesti skal gerast soleiðis, at skipið kann leggja rampuna niður á atløgubryggjuna. Hetta er ikki møguligt í løtuni, og arbeiðið er heldur ikki farið í gongd enn.
Tróndur, sum nú er 42 ára gamal, hevur siglingarloyvi fram til 15. apríl. Eftir hetta kann hann ikki sigla við ferðafólki, uttan umbyggingar verða framdar. Tá er ætlanin, at Teistin skal í sigling á hesi farleiðini.
Nú kunnu sandoyingar gleða seg til eina hart tiltrongda útskifting í samferðsluni við meginøkið.
Tann 29. mars verður Teistin handaður Strandfaraskipum Landsins, og tvær vikur seinni verður hann væntandi settur í sigling millum oyggjarnar.
Teistin er 45 metrar langur, 13,10 metrar breiður og stingur 3,1 metrar. Nýggja skipið tekur 33 bilar og 300 ferðafólk um summarið, men bara 200 ferðafólk um veturin. Tá tveir trailarar eru umborð, er pláss fyri 12 bilum.