Teistin vann kvinnuróðurin

Heldur ikki á Vestanstevnu eydnaðist Havfrúnni at vinna róðurin hjá 5-mannaførum við kvinnum.

 

Seinast gjørdi Ørnin tað bragd at vinna á kvinnunum úr Vestmanna, sum tá høvdu vunnið allar fýra undanfarnu róðrarnar.

 

Tí var lagt upp til, at Havfrúgvin fór at leggja nógva orku í fyri at vinna, tí ein sigur á Sørvági í dag hevði tryggjað teimum meistaraheitið.

 

Men tað eydnaðist ikki. Í dag var tað tó Teistin, sum syfti Havfrúnni í einum øgiliga spennandi róðri.

 

Teistin kom nógv best frá startinum, og legði seg eina bátslongd á odda frá byrjan. Hana hildu tær fast í næstan allan vegin inn, men bara nakrar fáar metrar frá málinum fekk Havfrúgvin eina aldu, sum førdi tær framum Teistan.

 

Vestmannakvinnur kláraðu tó ikki at halda fast og beint áðrenn málið fór Teistin framum aftur og tryggjað sær sigurin.

 

Enn liggur tað tó til, at Havfrúgvin verður føroyameistari á ólavsøku. Tær eru sjey stig fremst, og tá bara seks – ella sjey – bátar eru við, skal vilja heilt illa til, um tær skulu missa heitið.

 

Úrslit

1. Teistin 5.09,14

2. Havfrúgvin 5.09,23

3. Drekin 5.10,06

4. Falkur 5.11,00

5. Ørnin 5.11,05

6. Tjaldrið 5.13,01

 

Støðan

1. Havfrúgvin 40 stig

2. Teistin 33 stig

3. Ørnin 28 stig

4. Falkur26 stig

5. Tjaldrið 20 stig

6. Drekin 8 stig

7. Hvassi 3 stig