Nú er ætlanin at fáa endaliga bilbukt við teknisku trupulleikanum á strandfaraskipinum, Teistanum.
Í hesum sambandi hevur Johan Dahl biðið løgtingið um heimild til at brúka í mesta lagi 17,5 milliónir til at skifta tekniska útgerð fyri at sleppa undan afturvendandi trupulleikunum, sum leggja skipið í tíð og úrtíð.
Trupulleikin, Teistin hevur at dragast við, er, at orkuframleiðslan hjá generatorunum, sum er trý generatorsett, er væl lægri enn orkutørvurin.
- Sum elveitingin er sett upp, er bógskrúvan raðfest fremri enn framdriftin. Avleiðingarnar eru, at hevur Teistin trupulleikar við einum generatorsetti, tekur bogskrúvan so nógva orku, at lítið er eftir til framdrift.
Umframt hetta er tað sera dýrt at halda skipanina, tíeykalutir ikki eru tøk longur, tí framleiðslan er steðgað.
Somuleiðis hevur Klassin boðað frá, at krav verður sett um, at Teistin ska altíð hava so mikið av tøkari orku, at øll generatorsettini mugu vera í brúki, annars sleppur hann ikki at sigla.
Fyri at loysa trupulleikan, er sera átrokandi, at tey trý generatorsettini verða skift og
uppstigað fyri at fáa javnvág millum framleidda orku og orkutørv, umframt at krøvini frá klassanum verða gingin á møti, hóast bert tvey generatorsett eru í nýtslu.
Tað merkir, at er brek á einum generatorsetti, kann hetta umvælast undir sigling.