Síðani 2013 hevur Teistin, ligið í oddinum í 5-mannafarsróðrinum við kvinnum, men enn hava tær ikki megna at vinna sær FM gullið. Í fjør var kappingin sera jøvn millum Teistan og Erlu Kongsdóttir, men báturin úr Fuglafirði var stinnari og bleiv føroyameistari. Í ár eru báðir bátarnir aftur mannaðir, og Teistin ætlar sær avgjørt at royna eftir fyrsta plássinum.
Turið Eivindsdóttir Clementsen er bátsforkvinna á reyða 5-mannafarinum, og hevur sjálv róð við Teistanum síðani hon kom umborð í 2014. Eitt bronsumerki og tvey silvurmerki er komi burturúr, men ár vilja argjadamurnar tað annarleiðis. Vónirnar eru góðar og málið er at vinna FM. Vit hava vant øgiliga hart hesar seinastu mánaðirnar, men eru fyrireikaðar uppá harða kapping. Væntandi verður munurin millum nummar eitt og trý heilt lítil, sigur 24 ára gamla bátsforkvinnan.
Í fjør skiftust Erla Kongsdóttir og Teistin um fyrsta og annað pláss, og bert trý stig vóru ímillum bátarnar tá frá leið. Í ár væntar unga bátsforkvinnan at ein triði bátur kann gera seg galdandi í FM stríðinum.
Vit kenna ikki so nógv til allar manningarnar, men Erla (Kongsdóttir) fer heilt sikkurt eftir at endurvinna FM, so har er sjálvandi hørð kapping. Síðani vænta vit eisini at Jallurin fer at vera millum teir fremstu. Vit vænta ikki at tað bara verður ein dominerandi manning, men heldur at manningarnar koma at skiftast um fremstu plássini.
Argja Róðrarfelag hevur, síðani tað bleiv stovnað í 1982, verið eitt av teimum ídnastu kappróðarfeløgunum, og í 2004 fekk felagið heiðurin sum ÁrsinsÍtróttarbragd, sum bleiv latið av Dimmalætting. Og heili tvær ferð er felagið valt til Ársins Róðrarfelag. Í felagnum hava tey heili tveir venjarar í ár, sum manningarnar nýta til programm og annað.
Vit eru fýra frá manningini í fjør og so tríggjar nýggjar, sum allar eru royndar innan kappróður. Vit blivu fullmannaðar um jólini og høvdu vant eitt sindur hvør sær áðrenn. Síðani beint eftir nýggjár hava vit vant saman, sigur Turið Clementsen, sum fyri fyrstu fer er bátsformaður.
Vit eru væl fyri og hava so at siga bara vant á maskinuni. Vit hava so at siga bara vant á maskinuni. Venjingarnar hava verið ekstremt harðar, har vit hava fingið programm frá venjarunum. Vit hava so ein afturat at hjálpa okkum, serliga nú tá vit skulu út við bátinum.
Gamalt var at manningarnar flotaðu bátarnar á flaggdegnum, men í dag er ikki óvanligt at síggja fyrstu bátarnar í mars mánaði, tá veðrið er til vildar. Seinastu árini hevur verið kappast í Ódnartøkum yvir trý umfør, og fyrsta umfar er longu flaggdagin. Manningarnar nýta høvið at venja seg at leggja bátarnar til, krøkja úr og starta. Eisini Teistin nýtir møguleikan.
Eg haldi at tað er eitt super tiltak, serliga tí tann stutti teinurin ger at øll kunnu vera við, sjálvt um manningarnar ikki hava vant nógv í bátinum. Tað er ordiliga góð venjing , manningin kann prøva seg fram hvussu starturin skal vera.
Eisini er tað góð venjing mentalt, at prøva at liggja til start og kappast ímóti kappingarneytum. Vit fara heilt sikkurt við fyri at vinna. Vit hava ikki verið so nógv úti í bátinum, men tað skal ikki forða okkum í at fara eftir at vinna, sigur unga hósvíkardaman, sum byrjaði at rógva við Falki í Hósvík í 2005, men síðani 2014 hevur róð við Teistanum.
Sum nevnt verður fyrsta umfar í Ódnartøkum týsdagin, flaggdagin, 25. apríl klokkan 10 í Havn. Annað og triðja umfar vera ávíkavist í Runavík 6. mai og í Vestmanna 20. mai.
Umborð á Teistanum í ár eru Turið Eivindsdóttir Clementsen, bátsforkvinna, Gerda Olesen, Hanna á Brúgv, Eyð Fróðadóttir, Ásla Berg, Randi Ziska Larsen og Guðrið Jákupsdóttir, róðurskvinna.