Fyri veður hevur Teistin ikki siglt um Skopunarfjørð í morgun, men nú verður ein glotti at hóma, tí nú boðar Strandferðslan frá, at Teistin siglir aftur av Gomlurætt klokkan 11:45.
Ólag var eisini á ferðsluni tvørtur um Skopunarfjørð í gjár. Fyrst var tað veðrið, sum argaði, og Teistin misti onkran túr av tí sama. Men seinni fekk Teistin eisini brek, og tí kom eisini seinking í ferðsluna.
Summastaðni hevur eisini verið neyðugt at avlýsa túrar hjá bygdaleiðum, og í morgun koyrir leið 701, sum er millum Fámjin og Sandvík, ikki.











