Teistin sleppur nú undan at avlýsa fleiri túrar

Nú verður farið undir at tryggja innsiglingina til havnina í Skopun

Nú verður farið undir arbeiðið at rudda innsiglingina í Skopunar Havn.

Sostatt sleppur Teistin undan at avlýsa fleiri túrar.

 

Les eisini: Sandoyingar stúra fyri fleiri avlýsingum í vetur

 

Tað liggur so nógv grót á botninum í innsiglingini, at Teistin hevði bara kunnað siglt í bestu líkindum.

Tí bað Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum um eina eykajáttan uppá 2,1 millión, so at farast kundi undir at rudda innsiglingina alt fyri eitt, tí tað kann bara gerast um summarið.

 

Peningurin varð játtaður í fyrradagin og í dag varð sáttmáli undirskrivaður við J&K Petersen um at gera arbeiðið.

 

Ein flaki, sum skal brúkast til arbeiðið, verður væntandi í Føroyum um tríggjar vikur og í september skal arbeiðið vera liðugt.

 

Ætlanin er at rudda grót burtur av einum øki, sum er einar 300 fermetrar til støddar og hevur eitt minsta dýpi á 7,2 metrar á miðalvatnstøðu.

 

Ruddað verður á eini linju, sum varðveitir breiddina í innsiglingini. Grótið verður flutt frá gáttini innan fyri innsiglingina og lagt út á dýpið uttan fyri havnalagið, sigur Fíggjarmálaráðið í kvøld.