Aftur í morgun sleppa sandoyingar ikki av oynni. Teistin hevur ikki siglt fyrstu túrarnar í dag, umframt at seinastu túrnarir í gjárkvøldið eisini vórðu avlýstir. Hetta bæði argar og undrar sandoyingar, sum ikki sleppa til arbeiðis og gera ørindi á meginøkinum annars.
Ættin hevur seinastu dagarnar verið útsynningur og vestan í Skopun.
- Tað er góð ætt her. Gamaní, tað hevur verið nakað av vindi, men tað hevur ikki verið vanligt at avlýsa við tí veðrinum, vit hava havt í gjár og í dag, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi og løgtingslimur fyri Fólkaflokkin.
- Vit halda, at hann avlýsur í betri og betri veðrið, vil Brandur Sandoy vera við.
Umborð á Teistanum verður hinvegin sagt, at veðrið rætt og slætt ger, at teir ikki kunnu sigla sum er.
- Tað er brim í Skopun, verður sagt av brúnni.
Ætlandi fer Teistin at gera eina roynd at sigla av Gomlurætt nú klokkan 11.15. So er bert at vóna fyri tey, sum skulu til og frá Sandoynni, at tað fer at hepnast.









