Teistin, sum hevur ligið fyri veður í allan dag, fór úr Skopun fyrstu ferð í dag klokkan 16.30 og fór av aftur Gomlurætt klokkan 17.15.
Hetta verður einasti túrur, sum Teistin ger í dag, tí líkindi eru ikki til at gera fleiri túrar.
Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur, at líkindini hava verið vánalig í allan dag, og nógv brim hevur verið í Skopun.
- Enn er ov tíðliga at siga, hvussu verður í morgin, men kunnað verður um hetta seinni.
Ferðslusamskiparin sigur, at veðurforsagnirnar eru ivingarsamar, og tí er trupult longu nú at siga, hvussu morgindagurin fer at vignast.
Viðhefta mynd er tikin seinnapartin í dag, tá ógvuslig brot løgdu seg oman yvir norðara brimgarðin við havnalagið í Skopun.