Teistin partvís drivin við alduorku

Wavefoil-skipanin skal broyta alduorku beinleiðis til framdráttrarmegi og skal soleiðis minka um oljunýtsluna.

 

Á heimasíðuni hjá Wavefoil, sum skipasmiðjan Mest endurgevur, verður víst á, at strandfaraskipið Teistin nú hevur siglt við sonevndu ”veingjunum” hjá fyritøkuni síðan hin 25. september í ár.

Heimasíðan skrivar, at skipanin broytir alduorku beinleiðis til framdráttrarmegi og minkar um oljunýtsluna. Skipanin ger eisini, sigur fyritøkan, at Teistin rullar minni, soleiðis at komforturin umborð eisini er vorðin betri.

Í sínari frásøgn um virknaðin av skipanini, skrivar fyritøkan í Tróndheimi í Noregi soleiðis:

”Siden den 25. september 2019 har M/F Teistin delvist været drevet af bølgerne i det nordlige Atlanterhav og transporteret tusinder af passagerer mellem Gamlarætt, Skopun og Hestur på Færøerne med udtrækkelige buefolier fra Wavefoil…”

In.fo skifti herfyri orð við ein av skiparunum á Teistanum, har hesin segði, at Wavefoil-skipanin nú eigur at sleppa at standa sína roynd.

Ferðafólk, sum dagliga sigla við skipinum, halda seg ikki merkja nakran serligan mun.

Wavefoil-fyritøkan í Tróndheimi hevur ment hesa skipan, og tað er í samstarvi millum hesa fyritøku og skipasmiðjuna Mest, sum í sínari tíð bygdi Teistan, at hesar royndir nú verða gjørdar.