Tað er nógvur vindur í kvøld, og hetta gongur út yvir samferðsluna. Bæði Smyril og Teistin hava avlýst túrar. Smyril er lagdur fyri kvøldið og sigldi ikki ætlaða túrin av Krambanga klokkan 18.30 í kvøld og suður aftur klokkan 21.15.
Strandfaraskip Landsins hava nú eisini boðað frá, at seinastu túrarnir hjá Teistanum - ávikavist úr Skopun og av Golurætt - verða ikki sigldir. Seinasti túrur hjá Teistanum úr Skopun verður klokkan 20.40 og av Gomlurætt klokkan 21.20.
Sostatt verður ikki siglt úr Skopun klokkan 22.30 og av Gomlurætt klokkan 23.05, soleiðis sum ferðaætlanin annars sigur. Strandfaraskip Landsins siga, at líkindini eru ikki at sigla hesar báðar seinastu túrarnar um Skopunarfjørð í kvøld.
Fyrr í kvøld segði Landsverk, at vindurin á Gjáarskarði var oman fyri 40 metrar um sekundið, og á Høgareyni og fleiri staðni í Suðuroy var vindmegin oman fyri 30 metrar um sekundið.