Teistin og bussleiðir avlýsa

Fleiri broytingar eru í samferðsluni vegna illveður

Bæði Strandferðslan og Tórshavnar kommuna boða nú frá fleiri broytingum í samferðsluni í samband við illveðrið í dag.

Strandferðslan boðar frá, at Teistin avlýsir túrarnar úr Skopun klokkan 18.35 og 20.40 og úr Gomlurætt 20.00 og 21.20. Roynt verður kortini at sigla túrarnar úr Skopun klokkan 22.30 og Gomlurætt 23.05.

Fyri veður hevur Strandferðslan eisini avlýst allar túrarnar hjá bussleiðunum 701, 500 og 504, meðan bussleiðirnar 700, 401, 300 og 400 eru fyribils givnar at koyra.

Eisini bussleiðirnar 600 og 601 gevast at koyra, tá Teistin kemur klokkan 18.00, skrivar Strandferðslan.

Samstundis boðar Tórshavnar kommuna frá, at bussleiðirnar 1, 2, 3, 6 og 7 koyra ikki í løtuni. Sostatt er einans bussleið 4, ið koyrir sum vanligt. Meira kunning um bussleiðirnar í høvusstaðnum fáast klokkan 20.