Síðani á miðdegi mikudagin hevur Teistin ligið við einum breki á einum ljósmotori, og hesar dagarnar hevur Ternan røkt Skopunarleiðina, meðan Silja Star siglir til Nólsoyar. Tað er eitt brek á einum ljósmotori umborð á Teistanum, sum hevur ført til broytingar í siglingini upp á Skopun og Nólsoy.
Upprunaliga varð hildið, at umvælingin av ljósmotorinum fór at verða liðug til kvøldsigligina hóskvøldið, men Strandferðslan hevur nú boðað frá, at Ternan røkir siglingina til Skopunar og Silja Star siglingina til Nólsoyar fríggjadagin á tamb.
Eftir tí, ið nú fyriliggur, skuldu Ternan og Teistin verið á sínum vanligu rutum aftur frá leygarmorgni at rokna.










