Teistin liggur vegna brim

Landsverk sigur nú klokkan 06.55, at vindstyrkin í Skopunar havn er 2,8 metrar um sekundið og í hvirlum upp í 7,7 metrar.

Í morgun er aftur ólag á farleiðini um Skopunarfjørð og fólk, sum skulu møta til arbeiðis í høvuðsstaðarøkinum klokkan 08, sleppa ikki um fjørðin, tí Teistin fyribils hevur avlýst vegna brim. 

Tey, sum eru við í sms-skipanini hjá Strandfaraskipum Landsins, fingu sms, meðan tey sótu í bussinum, og beint áðrenn bussurin hjá Bygdsleiðum skuldi koyra av Sandi til Skopunar.

Á heimasíðuni hjá ssl.fo er eingin fráboðan og eingin avlýsing, nú klokkan nærkast 07, tó at Teistin sambært ferðaætlanini eigur at fara úr Skopun á fyrsta túri klokkan 06.45. 

Veðrið hevur verið ólagaligt seinastu tíðina, og nógvar avlýsingar hava verið, bæði hjá Oyggjaleiðum og bussum hjá Bygdaleiðum. Men, higartil í morgun er eingin dagføring á heimasíðuni - ssl.fo.

Í morgun er annars lítil og eingin vindur. Landsverk sigur nú klokkan 06.55, at vindstyrkin í Skopunar havn er 2,8 metrar um sekundið og í hvirlum upp í 7,7 metrar.