Teistin klárur í august

Strandfaraskipið Teistin, sum siglir millum Gomlu Rætt og Skopun, hevur ikki verið í sigling síðani 5. mai. ? At eitt skip er úr sigling so leingi er ikki rímiligt, sigur stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen, sum tó hevur fingið lovað, at skipið verður klárt at taka í sigling aftur áðrenn 1. september

Nýggjasta skipið í flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins, Teistin, hevur verið burtur úr sigling síðani 5. mai í ár. Nú skriva vit august, og skipið er framvegis á turrum á Skipasmiðjuni á Skála.
Talan er um góðar tríggjar mánaðar, at skipið hevur verið burtur úr sigling, og metir stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen, ikki, at hetta er rímiligt.
? At eitt skip er so leingi burtur úr flotanum kann ikki góðtakast í sær sjálvum, sigur hann.

Bógskrúva

Í løtuni verður bíðað eftir einum luti til bógskrúvuna, so hon kann rigga sum hon skal. Talan er um eina stýring til ein elektromotor, sum ger, at bógskrúvan kann brúka fulla virkt.
? Hetta er ein garantitrupulleiki, sum skal rigga. Vit vóru ein royndartúr við Teistanum fyri tveimum ella trimum vikum síðani, og tað riggar ikki heilt við el-skipanini á skipinum. Tá var spurningurin so um vit skuldu seta Teistan aftur í sigling fyribils, men vit hava gjørt av, at bíða til Teistin siglir sum hann skal, greiðir strandferðslustjórin frá.
Ein av orsøkunum til, at arbeiðið hevur drigið út er verkfallið, sum var fyrr í vár. Skipasmiðjan á Skála hevur eisini havt trupulleikar við at fáa el-skipanina at rigga.
? Vit hava heitt staðiliga á Skipasmiðjuna um at fáa arbeiðið liðugt, og vit hava fingið lovað, at tað verður í august, so áðrenn 1. september verður Teistin aftur í sigling, sigur Kristian Davidsen.
Meðan Teistin hevur ligið á turrum hevur Ternan røkt siglingina um Skopunarfjørð.
? Ternan klárar at nøkta tørvin um summarið tá veðrið er gott. Tað er eisini ein av orsøkunum til at vit vilja hava Teistan áðrenn veturin kemur og veðrið verður verri. Tá vit hava fingið skipið aftur, verður ein eftirmeting gjørd, og vitað verður, hvat kundi verið gjørt betri, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni at enda.