Teistin gevst at sigla

Fyri veður siglir Hasfjord ikki í dag, og Teistin gevst eisini seinnapartin. Ætlanin er, at Teistin fer at sigla aftur seinni í kvøld.

Strandfaraskip Landsins boða í dag frá, at seinasti túrur hjá Teistanum úr Skopun í dag verður klokkan 12.30.

 

Síðan verður ikki siglt aftur úr Skopun fyrr enn seinni í kvøld - og í fyrsta lagi klokkan 20.40.

 

Sambært fráboðanini byrjar Teistin at sigla aftur klokkan 20, tá fyrsti túrur aftur verður av Gomlurætt.

 

Tveir túrar eru úr Skopun seinni í kvøld; ein klokkan 20.40 og hin seinasti klokkan 22.30.

 

Eftir ferðaætlanini verður seinasti túrur av Gomlurætt í kvøld klokkan 23.05.

 

Hasfjord siglir heldur ikki í dag, tí veðurlíkindini eru so vánalig. Her verður eingin túrur sigldur millum Skopun og Gomlurætt í dag yvirhøvur.