Tað er greitt, at tá eingin sigling var um Skopunarfjørð í gjár, og eingin sigling hevur verið higartil í morgun heldur, bíðar nógvur farmaflutningur, bæði í Skopun og á Gomlurætt.
Í morgun lýsti SSL við, at um viðrar fer Teistin fyrsta túr úr Skopun nú klokkan 10.30. Túrarnir úr Skopun klokkan 06.45 og klokkan 08.10 í morgun vórðu ikki sigldir.
Skiparin á Teistanum sigur við In.fo fyri løtu síðan, at ætlanin er at loysa í Skopun nú klokkan 10.30. Tað er framvegis stór alda, men hann sigur minkandi vind.
- Tað standa vørubilar bæði í Skopun og á Gomlurætt, og vit ætla at gera henda túrin. Eftir ferðaætlanini verður loyst aftur á Gomlurætt klokkan 11.15, sigur skiparin.
Sambært heimasíðuni www.ssl.fo fara eisini fleiri leiðir hjá Bygdaleiðum, sum ikki hava koyrt fyrr í morgun, at koyra aftur nú fyri døgurða.