Teistin: Ferðafólk sum sild í tunnu

Nú ferðafólkatalið við strandfaraskipunum veksur, ber illa til hjá ferðandi at halda tilmæltu frástøðuna.

 

Tað er komið meira lív í aftur samfelagið. Færri eru heima, og fleiri eru farin aftur til arbeiðis. Hetta trýstir almennu ferðsluna. Tað var tann tíð, tá korona-kreppan enn var ung, at næstan eingi ferðafólk - ei heldur persónbilar - vóru umborð á Teistanum. 

Men, nú er nógv broytt. Ferðafólkatalið er økt, og tað er talið av bilum eisini. Hóast Teistin siglir við skerdum ferðafólkatali, og seinasti túrur av Gomlurætt seinastu vikurnar hevur verið klokkan 19.05, er tað mangan trongt umborð.

Tað er serliga á tveimum teimum fyrstu túrunum á morgni, og seinnapartstúrunum av Gomlurætt klokkan 15.50 og 17.20, at trongligt er umborð, og trupult er hjá ferðafólki at halda tilmæltu fjarstøðuna. Ferðafólk argast um, at hetta er so.

Orsøkin til, at tað er so trongtligt umborð, tó at skipið siglir við skerdum ferðafólkatali, er, at stóra salongin í stýriborð framvegis er stongd. Tað er her, tey nógvu sitiplássini umborð á Teistanum eru, og tað er serliga her, at tað hevði borið til at hildið fjarstøðuna.

Ferðandi hava skilt, at orsøkin til, at júst salongin í stýriborði hevur verið stongd er, at tað er hendavegin, at eitt nú maskinmenninir ganga, og tað er her, at manningin gongur aftur á hekkuna, tá skipið bakkar aftur móti rampuni og leggur at.

At salongin er stongd, er skiljandi fyri at verja manningina móti møguligari smittu, men nú er trupulleikin vorðin so mikið størri í salongini í bakborði og í salongini, sum er uppi á. Her er stundum rættiliga trongligt, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.

Ferðafólk sita ofta við beinunum uppi á beinkinum (sí mynd), sum ivaleyst merkir, at tey helst vilja sita einsamøll, har tey eru. Men, hetta letur seg bara ikki gera, tá onnur ongastaðni hava at sita, og so noyðast ferðafólk at taka kjansin og bjóða øðrum sess eisini.

Hetta er ein trupulleiki, sum hevur verið í fleiri dagar eftirhondini, og hetta er ein trupulleiki, sum verður størri og størri so hvørt, sum fleiri og fleiri aftur eru farin at brúka almennu ferðsluna, nú nógv - ella flestu - arbeiðspláss aftur eru komin upp í ferð.

Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at ferðafólk skulu noyðast at sita so tætt umborð á Teistanum, samstundis sum bussurin hjá Bygdaleiðum, sum koyrir millum bygdirnar í Sandoynni - og við tilkalling til og frá Teistanum - í mesta lagi tekur trý fólk við hvørja ferð.

Tað er her, at ketan leypur av, og ferðafólk ikki rættiliga skilja logikkin hjá SSL.