Argjagentur umborð á 5-mannafarinum Teistanum hava í Sørvági í dag tryggjað sær FM heitið í barnaróðri.
Nú bara ólavsøkuróðurin restar, er Teistin níggju stig frammanfyri næstfremsta bátin, og tá ið tað á Ólavsøku ikki ber til at vinna fleiri enn sjey stig, vil tað siga, at Teistin er fyrsti FM vinnari í ár.
Teistin vann fimm tær fyrstu kappingarnar, men á Vestanstevnu í dag hilnaðist tað ikki so væl.
Í sera tættari kapping var Drekin hjá Havnar Róðrarfelag fyrstur á mál. Drekin, Beinta og Spógvin fóru um málið mest sum í senn, og á fjórða plássið - ein hálvan skut aftanfyri - kom nýggi FM vinnarin á mál.
Sigurin í dag ber við sær, at Drekin er næstfremstur í FM kappingini.
1 Drekin 02:36.10
2 Beinta 02:36.11
3 Spógvin 02:36.24
4 Teistin 02:37.16
5 Fípan Fagra 02:40.13
6 Ørnin 02:41.03
7 Jallurin 02:41.04
8 Firvaldur 02:43.24
9 Sandingur 02:49.01
10 Frúgvin 02:51.04
Støðan
1 Teistin 39
2 Drekin 30
3 Spógvin 29
4 Fípan Fagra 24
5 Beinta 15
6 Ørnin 15
7 Jallurin 12
8 Tambar 2
9 Svanur 1
10 Firvaldur 1