Fyri fimtu ferð av fimm møguligum eydnaðist tað í dag argjagentum av vinna barnaróðurin.
Sigurin var sannførandi, tí Teistin var meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri næsta bátin.
Størsti kappingarneytin hjá Teistanum hevur verið Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ. Merkisvert er tað, at Spógvin í dag endaði afturi á fimta plássi - sjey sekund aftanfyri vinnarabátin. Tað ber við sær, at argjatgentur eru væl á veg ímóti FM heitinum.
Drekin endurtók annað plássið, sum hann vann í Vági, og triðja plássið hjá Beintu var besta úrslitið hjá miðvágsgentum í ár.
Líkindini eru einki serlig. Lotið undan er rættuliga fitt, og tað er ikki slætt.
1 Teistin 02:33.19
2 Drekin 02:35.22
3 Beinta 02:38.10
4 Fípan Fagra 02:38.20
5 Spógvin 02:40.01
6 Ørnin 02:40.23
7 Firvaldur 02:42.16
8 Sandingur 02:44.05
9 Svanur 02:47.01
10 Frúgvin 02:53.01
Støðan
1 Teistin 35
2 Spógvin 24
3 Drekin 23
4 Fípan Fagra 21
5 Ørnin 13
6 Jallurin 11
7 Beinta 9
8 Tambar 2
9 Svanur 1
10 Firvaldur 1