Teistin avlýsir vegna veður

Ringa veðrið hevur ført til, at Teistin avlýsir seinastu túrarnar í kvøld.

Ringa veðrið hevur ført til, at strandfaraskipið Teistin avlýsir seinastu túrarnar í kvøld, ávikavist úr Skopun og av Gomlurætt.

 

Teistin fór túrin av Gomlurætt klokkan 21 í kvøld, men loysti ikki aftur í Skopun eftir ferðaætlanini klokkan 22.30.

 

- Vegna veður verður ikki siglt meira í kvøld, og tí verða túrarnir úr Skopun klokkan 22.30 og av Gomlurætt klokkan 23.05 ikki sigldir, boða Standfaraskip Landsins frá.