Strandfaraskipið Teistin hevur í kvøld avlýst seinastu túrarnar - ávikavist úr Skopun klokkan 22.30 og klokkan 23.05 av Gomlurætt.
Sostatt gavst Teistin í kvøld at sigla, tá hann var komin til Skopunar eftir seinasta túrin av Gomlurætt klokkan 21 í kvøld.
Strandfaraskip Landsins siga, at tað eru vánaligu veðurlíkindini, sum eru orsøkin til, at seinastu túrarnir í kvøld ikki verða sigldir.










