Teistin lá í morgun við sama breki, sum hevur plágað hann seinastu tíðina Í morgun upplivdu sandoyingar enn eina ferð, at einki samband var um fjørðin.
Hópur av fólki skuldi við Teistanum klokkan 8.10, men har var eingin bátur.
Millum teirra, sum skuldu til Havnar, var Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.
- Har vóru mjólkarbilur, fólk, sum skuldu til arbeiðis í Havn, á Hotel Føroyum og tryggingini, smiðir og fólk, sum annars skuldu ørindi norðanfyri, sigur Brandur Sandoy.
Hann heldur ikki, at hetta kann bera til í longur. Teistin hevur havt brek eina ferð um vikuna, men nú hendir tað oftari.
Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni sigur, at brekið hjá Teistanum kemur og fer, eitt sonevnt periodiskt brek. Tað kann kanska nevnast eitt ellisbrek.
Teistin kemur neyvan aftur í sigling í dag.
Ternan hevur tikið yvir og fer fyrsta túrin úr Skopun klokkan 10. Á middegi fer Froyur at røkja siglingina millum Havnina og Nólsoy.










