Teis var valdur til besta leikaran í heimasigri hjá Follo

Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku hondbóltsdeildini vunnu sínar dystir í dag

Teis Horn Rasmussen heldur fast í góðu gongdini í Follo í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í dag gjørdist Teis toppskjútti við sjey málum og var valdur til besta leikaran, tá Follo á heimavølli vann greiðan 37-29 (17-9) á Oslo-studentunum.

 

Follo hevur 33 stig á fjórða plássinum. Tvey stig eru upp til triðja plássið, ið gevur rætt til at spæla uppflytingardystir. Har liggur Bergen við 35 stigum.

 

Tveir dystir eru eftir at leika í grundspælinum. 

 

16. apríl spælir Follo á útivølli móti Nøtterøy. Sama kvøld spælir Bergen útidyst móti Falk. 23. apríl tekur Follo móti Charlottenlund á heimavølli. Dagin fyri hevur Bergen heimadyst móti hinum liðnum, Ryger Stavanger.

 

Tróndur Mikkelsen, Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Ryger vunnu í dag 30-24 (14-13) á Falk á útivølli.

 

Tróndur gjørdist annar toppskjúttin hjá Ryger við seks málum. Harumframt legði Tróndur upp til seks mál. Julian skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.

 

Ryger Stavanger er nummar fimm í deildini við 28 stigum.