Teis var toppskjútti í útisigri hjá Follo

Gongdin er góð hjá Teis Horn Rasmussen og liðfeløgum hansara í næstbestu norsku hondbóltsdeildini

Teis Horn Rasmussen og liðfelagar hansara í Follo ferðaðust í dag til Hordalands fyri at spæla útidyst móti Fyllingen í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Tað hilnaðist væl hjá Follo, ið vann dystin 27-25. Í steðginum var Follo á odda 14-12.

 

Fyllingen minkaði um munin til 25-26 tá 36 sekund vóru eftir av dystinum. 14 sekund undan leikloki eydnaðist tað Follo at tryggja sær sigurin.

 

Teis var toppskjútti hjá Follo við fimm málum.

 

Follo er nummar fýra í deildini við 25 stigum. Níggju stig eru upp til oddaliðið, Viking TIF sum hevur 34 stig,