Føroyingauppgerð var í Tønder beint norðanfyri týska markið í kvøld.
Í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini tók liðið hjá Teis Horn Rasmussen, TMS Tønder móti SUS Nyborg, ið er liðið hjá Pæturi Mikkjalssyni og Tróndi Mikkelsen.
Teis og hansara liðfelagar vunnu dystin 31-27. Í steðginum var TMS Tønder á odda 13-10.
Allir tríggir føroyingarnir komu á máltalvuna. Teis Horn Rasmussen skoraði eitt mál fyri TMS Tønder, Pætur Mikkjalsson skoraði trý mál og Tróndur Mikkelsen skoraði eitt mál fyri SUS Nyborg.
TMS Tønder er nummar 11 av teimum 14 liðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini við 14 stigum. SUS Nyborg er aftast í deildini við bert fimm stigum.
Leygardagin spælir SUS Nyborg á útivølli móti Team Sydhavsøerne. Sunnudagin spælir TMS Tønder á útivølli móti Midtjyllandi.
Í annaðkvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð í deildini millum liðið hjá Róki Akralíð, HEI Skæring og liðið hjá Brandi Halgirssyni, Ajax.