Teis vann á Tróndi og Julian

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget vunnu stórsigur á heimavølli

Í dag var føroyingauppgerð millum tríggjar neistamenn í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Follo við Teis Horn Rasmussen á liðnum tók móti Ryger Stavanger, ið hevur Trónd Mikkelsen og Julian J. Kragesteen á liðnum.

 

Teis eigur nú argingarrættin, tí Follo vann á heimavølli 32-29 á Ryger Stavanger.

 

Ryger kom næstan ikki til orðanna í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Follo á odda 21-11.

 

Ryger avrikaði betri í seinna hálvleiki, men Follo hevði ongantíð eina leiðslu, ið var minni enn trý mál.

 

Teis skoraði fimm mál fyri Follo. Tróndur skoraði níggju mál og Julian skoraði tvey mál fyri Ryger.

 

Follo er nummar fýra í deildini við 12 stigum. Fýra stig eru upp til oddaliðið, Viking TIF sum hevur 16 stig.

 

Ryger er nummar átta við átta stigum.

 

Í bestu deildini skoraði Kjartan Johansen eitt mál fyri Bækkelaget, ið vann stórsigur 33-23 á Fjellhammer á heimavølli. 

 

Í steðginum var Bækkelaget á odda 15-11.

 

Bækkelaget er nummar átta í deildini við átta stigum fyri átta dystir.