Teis, Sjúrður og Leivur vóru fyri tapum á útivølli

Talan gjørdist ikki um eitt gott kvøld fyri føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Teis Horn Rasmussen var einasti føroyingurin sum skoraði mál í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Teis Horn Rasmussen var einasti føroyingurin sum skoraði mál í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

Teis Horn Rasmussen skoraði trý mál og Sjúrður Olsen kom ikki á máltalvuna tá lið teirra, Tønder tapti tepurt 27-28 fyri HEI Skæring á útivølli.

Skaðin hjá Tønder var voldur í fyrra hálvleiki. Í steðginum var HEI Skæring á odda 17-12. Í seinna hálvleiki gekk munandi betri hjá Tønder, ið var á odda 23-20 tá 45 minuttir vóru farnir, men seinasta korterið var heimaliðið aftur omaná.

Tønder javnaði til 27-27 tá 50 sekund vóru eftir av dystinum, men ólukkutíð megnaði HEI Skæring at skora til 28-27 tá bert tvey sekund vóru eftir av dystinum. 

Tønder er nummar seks í deildini við sjey stigum fyri átta dystir. Leygardagin 30. oktober spælir Tønder útidyst móti Otterup. 

Leivur Mortensen kom ikki á máltalvuna tá lið hansara, Odder tapti stórt 19-31 fyri Ajax uttan Brand Halgirsson á útivølli. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá Odder, ið var aftanfyri 6-16 í steðginum.

Ajax er nummar átta í deildini við seks stigum fyri átta dystir. Odder er á níggjunda plássi, eisini við seks stigum fyri átta dystir, men við verri málmuni enn Ajax.

Sunnudagin 31. oktober spælir Ajax móti Skovbakken á útivølli. Sama dag verður føroyingauppgerð í Odder tá Rói Berg Hansen og HØJ koma á vitjan. 