Teis Horn Rasmussen skoraði eitt mál tá lið hansara, TMS Tønder tá samanum kom tapti greitt 27-37 fyri Midtjyllandi á útivølli í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Í fyrra hálvleiki gekk tó væl hjá TMS Tønder, og tá liðini fóru til hálvleiks var støðan javnleikur 15-15, men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni hjá TMS Tønder, serliga móti endanum av dystinum.
TMS Tønder er á fjórðaftasta plássi við 14 stigum. Seks stig eru niður til Vendsyssel sum liggur á triðaftasta plássi sum merkir beinleiðis niðurflyting til triðbestu hondbóltsdeildina.
Komandi leygardag tekur TMS Tønder móti Otterup sum liggur beint omanfyri TMS Tønder við 17 stigum.
Støðan:
| Nr | LIÐ | Dystir | Stig |
| 1 | Nordsjælland | 19 | 35 |
| 2 | Skive fH | 19 | 32 |
| 3 | HC Midtylland | 19 | 25 |
| 4 | Sydhavsøerne | 20 | 23 |
| 5 | HØJ | 19 | 23 |
| 6 | Ajax | 17 | 21 |
| 7 | Grindsted | 19 | 20 |
| 8 | Skovbakken | 18 | 17 |
| 9 | Otterup HK | 19 | 17 |
| 10 | HEI Skæring | 18 | 15 |
| 11 | TMS Tønder | 19 | 14 |
| 12 | Vendsyssel | 17 | 8 |
| 13 | HC Odense | 19 | 5 |
| 14 | SUS Nyborg | 18 | 5 |










