Teis og Sjúrður taptu oddauppgerðina

Tønder kom sterkt aftur móti endanum av seinna hálvleiki, men tað rakk ikki

Teis Horn Rasmussen, Sjúrður Olsen og liðfelagarnir í Tønder spældu oddadyst móti Midtjyllandi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Tønder tapti tepurt 31-32. Í steðginum var Tønder á odda 12-11.

 

Midtjylland dróg frá Tønder tíðliga í seinna hálvleiki, fyrst 18-13 og síðani 25-19, men Tønder kom sterkt aftur og minkaði um munin til 28-29.

 

Tað eydnaðist bara ikki Tønder at javna. Tønder skoraði til 31-32 tá 26 sekund vóru eftir av dystinum.

 

Teis skoraði eitt mál fyri Tønder í kvøld. Sjúrður fekk einki mál fyri Tønder hesaferð. 

 

Midtjylland er nú oddalið við seks stigum. Tønder er nummar tvey við fimm stigum.

 

Komandi fríggjakvøld tekur Tønder móti Grindsted á heimavølli.