Teis og Peter vunnu á Paula og Róa

Føroyingauppgerðin í Aarhus millum Aarhus HC og HØJ endaði við sigri til liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh

Øll fimm føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki seinnapartin í dag.

 

Í Aarhus var føroyingauppgerð. Liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus HC tók móti liðnum hjá Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen, HØJ.

 

Aarhus vann dystin 34-32. Í steðginum var Aarhus á odda 20-18. 

 

Teis gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Aarhus við seks málum. 

 

Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á útivølli 32-26 á Vendsyssel. Í steðginum vóru Pauli og liðfelagarnir á odda 14-10.

 

Pauli skoraði eitt mál.

 

Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken vunnu á heimavølli 32-26 á Køge. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í FIF vóru fyri stórtapi 24-34 í útidysti móti Skive. Í fyrra hálvleiki var FIF betri við, og í steðginum var Skive bert á odda 15-13.

 

Leivur og Jónas skutu trý mál hvør. Janus skoraði eitt mál.

 

Komandi fríggjakvøld tekur HØJ móti Vendsyssel á heimavølli. Sama kvøld tekur FIF móti Odder. Aarhus HC, Team Sydhavsøerne og Skovbakken eru sloppin í vetrarsteðg til hálvan januar. 

 

Støðan (soccerstand.com)

 

##med2##