Fyrr í dag var grannauppgerð - og føroyingauppgerð - í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í Aarhus.
HC Aarhus við føroysku landsliðsleikarunum, Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh á liðnum (og landsliðsvenjaranum, Peter Bredsdorff-Larsen í leiðsluni) tók ímóti Skovbakken, ið hevur Niklas Højgaard Hanusarson á liðnum.
Dysturin endaði við teprum 27-26 sigri til HC Aarhus. Í steðginum var HC Aarhus á odda 14-10.
Tá 42 minuttir vóru farnir var HC Aarhus á odda 21-16. 11 minuttir seinni javnaði Skovbakken til 22-22. HC Aarhus kom framum 25-23, og eftir tað mistu teir ikki leiðsluna aftur.
Teis skoraði trý mál fyri HC Aarhus. Niklas skoraði eitt mál fyri Skovbakken.
Støðan:
| Nr | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | Grindsted | 3 | 6 |
| 2 | Team Sydhavsøerne | 3 | 5 |
| 3 | HØJ | 3 | 5 |
| 4 | Skive fH | 3 | 5 |
| 5 | Rækker Mølle | 3 | 4 |
| 6 | Odder | 3 | 4 |
| 7 | Aarhus HC | 3 | 3 |
| 8 | TM Tønder | 3 | 3 |
| 9 | Skovbakken | 3 | 3 |
| 10 | HC Midtjylland | 3 | 2 |
| 11 | HC Odense | 3 | 1 |
| 12 | FIF | 3 | 1 |
| 13 | Køge Håndbold | 3 | 0 |
| 14 | Vendsyssel | 3 | 0 |











