Teis og Peter Krogh halda vetrarfrí á øðrum plássinum

HC Aarhus liggur fimm stig aftanfyri HØJ

Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í HC Aarhus spældu í dag dyst á útivølli móti Pæturi Mikkjalssyni og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne.

 

HC Aarhus vann dystin 30-25. Í steðginum var Aarhus á odda 14-13.

 

Pætur skoraði tey mál fyri heimaliðið, og Teis skoraði tvey mál fyri útiliðið.

 

HC Aarhus er næstfremst í deildini við 25 stigum. Teir eru fimm stig aftanfyri liðið hjá Paula Jacobsen, HØJ sum er fremst við 30 stigum.

 

Team Sydhavsøerne er nummar 10 í deildini við 11 stigum.

 

Liðið hjá Kjartani Johansen, Lemvig-Thyborøn tók á heimavølli móti liðnum hjá Boga Hansen, Janusi og Jónasi Djurhuus, FIF.

 

Tað eydnaðist FIF at vinna dystin 32-30. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Tíverri er eingin dómaraseðil tøkur frá dagsins dysti. 

 

Lemvig-Thyborøn er nummar fimm í deildini við 19 stigum, og FIF er nummar seks við 14 stigum. 

 

Nú hava liðini vetrarfrí. Komandi umfar verður leikt dagarnar millum 24. og 26. januar.