Teis og Follo vunnu - Tróndur toppskjútti við 11 málum

Ryger Stavanger tapti á heimavølli, men Tróndur Mikkelsen stórspældi aftur

Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í kvøld.

 

Teis Horn Rasmussen skoraði trý mál, og tók sum vant nógv tøk í verjuni, tá hann og liðfelagarnir í Follo vunnu stórsigur 37-19 á Fyllingen á heimavølli. Í steðginum var Follo á odda 17-8.

 

Follo er nummar fýra í deildini við seks stigum fyri fimm dystir. 

 

Í Stavanger gekk ikki væl hjá Ryger Stavanger, ið tapti 32-42 fyri Viking TIF. Tað gekk tó sera væl hjá Tróndi Mikkelsen, ið gjørdist toppskjútti hjá Ryger við 11 málum. Tróndur var eisini valdur til besta leikara á vøllinum.

 

Julian J. Kragesteen var ikki millum málskjúttarnar hjá Ryger í kvøld.

 

Ryger er nummar níggju í deildini við fýra stigum fyri fimm dystir.

 

Teis og Tróndur fara nú saman við hinum í landsliðshópinum at gera klárt til dystirnar í EM-undankappingini. Føroyar spæla móti Ukraina á útivølli komandi mikukvøld klokkan 19, og móti Eysturríki á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn, sunnukvøldið 16. oktober klokkan 18.