Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Follo vunnu ígjár 31-27 á Nordstrand í dysti í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Í steðginum var Nordstrand á odda 15-14, men í seinna hálvleiki var Follo omaná.
Teis skoraði eitt mál fyri Folli hesaferð.
Follo er nummar fýra við átta stigum. Tvey stig eru upp til fremstu liðini, Sandefjord, Bergen og Viking TIF, ið øll hava 10 stig.
Sunnudagin 30. oktober tekur Follo móti Moss á heimavølli.