Teis Horn Rasmussen skoraði eitt mál tá lið hansara, TMS Tønder í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vann týðandi útisigur 29-26 á Vendsyssel.
Í steðginum var TMS Tønder á odda 14-13. Fyrsta løtan í seinna hálvleiki var framúr hjá TMS Tønder tá teir øktu til 18-13 aftaná eina stutta løtu, og megnaðu teir at halda leiðsluna tað sum eftir var av dystinum. Teis skoraði málið til støðuna 16-13. Tó bleiv tað heldur spennandi tá Vendsyssel skoraði til 26-27, men TMS Tønder fekk tvey mál móiti dystarenda og vann 29-26.
TMS Tønder liggur fjórðaftast við 12 stigum, men nú eru sjey stig niður til Odense og Nyborg, og átta stig niður til Vendsyssel. Trý tey aftastu liðini flyta beinleiðis niður í triðbestu deildina.
Komandi sunnudag hevur TMS Tønder útidyst móti Sydhavsøerne, ið liggja á fjórða plássi við 19 stigum.
Liðini sum enda fimtaftast og fjórðaftast í deildini spæla upp- og niðurflytingardystir um at sleppa undan at flyta niður í triðbestu deildina.