Tað gongur væl hjá 27 ára gamla landsliðsleikaranum, Teis Horn Rasmussen í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, har hann saman við liðfeløgunum í Follo er í uppflytingarstríði fyri at vinna Follo pláss í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Teis er sambært trok.fo mest skorandi strikuspælarin í næstbestu norsku deildini við 99 málum í 22 dystum.
Men hóast góðu gongdina, bæði persónliga og hjá liðnum, so verður Teis ikki at finna í Follo komandi kappingarár.
Teis fer at spæla við HC Aarhus í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Har verður hann liðfelagi saman við landsliðsleikaranum, Peter Krogh.
Á heimasíðuni hjá sær skrivar HC Aarhus, at Teis er ein ógvuliga kompetentur og kappingarførur verjuleikari, og tey í HC Aarhus halda seg við Teis at hava fingið ein ógvuliga markantan profil til hópin hjá besta liði felagsins.