Liðformaðurin hjá AB, Janus Joensen, gekk undan á vøllinum inni í Vika í gjár, tá hann skoraði málið hjá argjaliðnum til 1-0 og eisini hevði ein annan stóran møguleika at skora til 2-0. Sum dysturin háttaði seg, er hann nøgdur við 1-1 ímóti greipuvinnarunum:
– Eftir umstøðunum haldi eg, at vit eru væl nøgdir við úrslitið. Hóast EB/Streymur helst er vandamiklara liðið gjøgnum dystin, er tað eitt sindur irriterandi fyri okkum, at vit missa tvey stig, tí teir fáa javnað við einum nokk so hepnum máli. Vit hava eisini ein stóran kjans í seinna hálvleiki, har eg skalli við síðuna av tómum máli, uttan at málmaður ella nakar er har, sigur Janus Joensen.
– Men teir leggja rættiliga stórt trýst á okkum seinna partin av seinna hálvleiki, og tá er tað torført hjá okkum at halda teimum, tí teir variera spælið nógv, kombinera seg ígjøgnum og koma til fleiri hálvar kjansir. Vit eru væl í spælinum, men skapa kanska ikki so nógv.