Teirra egna

Tað spælir væl av, tá trý norðurlendsk mál finna saman á palli á gamla Meiarínum, í sterka leikinum, Macbeth

Ummæli

Tað er altíð hugaligt at fara til sjónleik á gamla Meiarínum. Serligu umstøðurnar har fjálgað um sjóneikin í Føroyum. Hóast hølini ikki eru millum tey størstu í sjónleikaheiminum, so er eitt ávíst heilt serligt huglag at finna har.
Soleiðis er tað eisini hesi kvøldini, tá Macbeth verður spælt ? kanska meira enn nakrantíð. Ein samanrenning millum eina døkka pallmynd, einklir, men ikki lítið stórbærir búnar, góð sjóleikaraevni og ikki minst ein ógvulig forkunnug og spennandi nýtsla av ljóði.
Tað verður sagt um Shakespeare: ?Not for any age, but for all time?, og hetta kanst tú væl knýta at heldur sermerktu sýningini, sum hesar dagarnar vitjar í Føroyum, áðrenn farið verður til onnur Norðanlond. Klassiski leikurin um Macbeth er latin í nýggjan ham, men talan er ikki um keisarans nýggju klæði. Leikurin megnar rættiliga væl at finna sína egnu ?linju?, so at siga. Pallurin er ótrúliga einkul, soleiðis at alt verður latið til sjónleikarar. Búnarnir eiga eina heilt serliga rós. Symbolikkurin í búnunum og pallmynd sum heild er kanska ikki altíð til at skilja beinanvegin, men myndin verður livandi.
Leikurin av uppruna messum ein reinur sorgarleikur, og tað verður eisini dúgliga spælt upp á hetta hesaferð. Leikurin leggur mestu orkuna í at lýsa persónarnar og sambondini millum persónarnar, og taðstingur eisini rættiliga djúpt. Uppgerðin við óndskapin og atliti til ein svinnandi moral reika runt á pallinum teir 130 minuttirnar, ið leikurin varðar.
Tað er fyri so vítt ikki nøkur serlig traditión fyri at spæla Shakespeare í Føroyum, og áskoðarnir fáa eisini eina serstaka sýning at síggja. Tað skaðar so avgjørt ikki, um tú hevur lisið eitt sindur upp á, áðrenn tú kemur oman í Meiaríið, tí søgugongdin er ógvuliga fløkjaslig fyri ein, ið einki kennir til leikin um Macbeth. Tey ymsu málini gera í fyrstuni ikki annað enn trupult at skilja. Broytingarnar í søgugongdini passa sum heild væl inn, og eina løtu inn í leikin er betri við teimum nógvu tungumálunum, uttan tó at hetta fær topkarakter.
Leikararnir sleppa sum heild væl frá leikinum. Tað krevur nógv av samamspælinum, at spæla ein tílíkan leik, men bólkurin tykist at rigga ógvuliga væl saman. Spælið hjá finnanum, Jonte Ramsten, er framúrskarandi ígjøgnum allan leikin. Samanspælið millum Hans Tórgarð og Katarinu Nolsøe er eisini gott.
Tað er eitt stundum stuttligt og gott spæl við tí gamla leikinum, har nýggjar rútmur og tónar sleppa til sín rætt.
Vit siga sera gott og klappa einaferð enn.