Teir yngstu rokna ikki við nøkrum

Yngsti bólkurin í Prixnum hesaferð er Paradox, sum er mannaður við tveimum 15 ára gomul og einum 16 ára gomlum. Teir taka kappingina sum eitt upplivilsi

Paradox er ein rockbólkur, sum er mannaður við blaðungum tónleikarum úr Havnini. Ein teirra var við í Prixnum fyri tveimum árum síðani, og honum dámdi so væl, at hann er við aftur hesaferð.
? Eg spældi saman við nøkrum eldri tónleikarum tá, men nú fara vit við okkara egna bólki, sigur trummuspælarin Búgvi Jónleifson Magnussen. Hann er júst fyltur 16 ár og er tí eitt vet eldri enn hinir báðir í bólkinum, sum báðir eru 15.
? Paraddox spældi eisini fyri tveimum árum síðani, men tá hildu vit ikki, at vit vóru klárir til at fara við í Prix Føroyar. Nú vilja vit sleppa at royna okkum, sigur hann.

Upplivilsi at vera við
Paradox hevur vant dúgliga til framførsluna leygarkvøldið, og fyrr í vikuni høvdu teir konsert á Margarinfabrikkini í Havn, har teir royndu sítt Prix-tilfar.
? Vit spæla rock, eitt sindur av blues, og alt møguligt annað blanda uppí, sigur Búgvi.
? Vit eru ungir, og vit rokna ikki við nøkrum í hesari kappingini. Vit taka tað sum eitt upplivilsi at vera við og fáa ein møguleika at spæla okkara tónleik fyri fólki, sigur trummuspælarin í Paradox.