Tomislav Sivic, venjari hjá B36, og Jákup í Stórustovu, umboðsmaður fyri Nordplayer, vitja í hesum døgum enska felagið Liverpool.
Teir skulu fylgja venjingini í stórfelagnum og annars verða til tveir dystir. Tann fyrri var í Coca-Cola Cup í gjárkvøldið. Tað er enska felagið, sum hevur boðið teimum báðum til at vitja í felagnum. Teir báðir hittu umboðsmenn fyri enska felagið í Parkini í summar, tá Liverpool spældi móti Brøndby, og síðani hava teir tosað saman.
Vitjanin í Liverpool varðar fram til sunnudagin.