- Teir vita, hvar eg eri

- Skommin yvir hatta brævið er ikki mín, men tað er skommin hjá formanni floksins á tingi, John Johannesen, sigur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður. Í skrivi í morgun eftirlýsti Javnaðarflokkurin løgtingsmanni sínum í Sandoynni, Gerhardi Lognberg, og hetta er Gerhard nú ikki sørt firtin yvir.

Í samrøðu við Rás2 nú klokkan 15 helt hann fyri, at skommin við hesi eftirlýsing ikki er hansara, men Javnaðarfloksins.

Hann segði seg ikki vera í iva um, at tað er formaður floksins á tingi, John Johannesen, løgtingsmaður, sum hevur skipað fyri hesi eftirlýsing og hevur fingið hini í flokkinum við sær.

- Eg havi gjørt vart við politikkin, sum Javnaðarflokkurin førir, og nú roynir formaðurin at niðurgera meg yvirfyri okkara ting-og landsstýrismanning, segði hann.

Gerhard Lognberg helt mangt benda á, at nú verður roynt at dríva ósemjuna í flokkinum so langt, at hann fer at takka fyri seg.

- Men eg eri ikki typan, sum leypir frá mitt í tí heila, men ein slík avgerð kann falla, legði hann aftrat.

Gerhard Lognberg helt, at spurningurin um, hvar hann er, sigur meiri um javnaðarleiðsluna í dag enn um hann sum løgtingsmann.

- Eg eri í hálvum starvi í løgtinginum og í hálvum starvi í Skopunar kommunu. Teir vita, hvar eg eri, og tað hevði kanska verið smart, um teir tóku telefonina og svaraðu, tá ringt verður til teirra, sum rópa seg savnarar av flokkinum, segði Gerhard Lognberg við Rás2 nú klokkan 15.