Teir vaska náta í blandimaskinu

Einir 20-30 nátungar kunnu fara í blandimaskinuna í senn, og eftir lítlari løtu er allur fuglurin so gullreinur.

Tað er nógv arbeiði av at taka, royta, svíða, reinsa og salta nátunga. Eru tríggir mans saman um vinnuliga nátungaveiði, eru gjarna tveir mans á báti og ein í landi - ella ein á báti og tveir í landi.

 

Hetta veldst alt um, hvussu tøkan roynist, og hvussu nógv liggur niður fyri at royta og annars at fáa frá hondini á landi. Fæst nógvur fuglur, kann gerast brúk fyri fleiri fólkum á landi.

 

Hvussu skjótt tað gongur at gera eitt hampiligt tal av fugli klárt til grýtuna, veldst alt um, hvussu royndir menn eru, og hvørji amboð teir hava at arbeiða við.

 

Flestu, sum gera nakað serligt burtur úr nátatøku, eru gjarna væl útgjørdir við neysti/ egningarskúri, roytimaskinu, gassgrýtu og kanska blandimaskinu at vaska fuglin í.

 

Tað eru nevniliga teir, sum vaska nátunga í blandimaskinu, og tá tú hevur eina gassgrýtu við heitum vatni, tekur tað onga tíð at vaska eitt stórt tal av fugli í blandimaskinuni.

 

Einir 20-30 nátungar kunnu fara í blandimaskinuna í senn, og eftir lítlari løtu er allur fuglurin so gullreinur.

 

Teir, sum brúka blandimaskinu til fuglavask, plaga at binda handklæði um jørnini inni í maskinuni, soleiðis at fuglurin ikki tekur skaða. Eitt sindur av sodu verður stoytt í.

 

Fuglurin fer vanliga í blandimaskinuna - ella "vaskimaskinuna" - við høvdi, beinum og veingjum, og tað tykist sum um veingir, høvd og kanska beinini eisini skrubba fuglin reinan í heita vatninum og soduni.

  

.