Teir vóru við at rudda slóð


 

Teir hittust av tilvild í einum flogfari, men tað fekk stóran týdning fyri oljuleiting á føroyskum øki

Sum altjóða vinnulívsmaður hevur Johan Mortensen altíð havt áhuga fyri olju og altjóða leiting, framleiðslu og sølu av olju og gassi. Tá olja fór at taka seg upp Vestan fyri Shetland byrjaði Johan at hugsa um ikki jarðfrøðisligar fortreytir fyri olju og gassi eru á okkara leiðum.

Seinast í 1989 las hann um amerikanskt oljufelag Amerada Hess, sum var sagt at vera progressivt og hevði fingið licence í Norðsjónum. Tá hann um hetta mundið var í London, fór hann inn á gólvið hjá teimum, teir vóru blíðir, men vistu onki um Føroyar. Í 1990 skipaði hann fyri at fara á Aberdeen Off Shore við einum føroyskum ferðalagi uppá 70 fólkum. Hetta var ikki sørt flent at í Føroyum og hildi verið heilaspuni og stórleikavanvid at hugsa um eina føroyska oljuvinnu. Heldur ikki tey altjóða oljufeløgini ferðalagið møtti á Aberdeen Off shore voru nakað serliga positiv fyri møgulleikunum á okkara leiðum.

Stovnaði felag

Umleið 1992 stovnar Johan saman við Alva Nielsen og Paula Einarssyni Føroya Oljuídjnað sum skuldi kveikja áhuga og rudda slóð. Felagið fekk aktiva nevnd og ma stuðlaði Føroya Sparikassi við Eyðun á Rógvi felagið við kr 50.000,-. Hetta kom væl við og eigur Eyðun Av Rógvi rós uppiborið fyri at vera millum teir heilt fáu vinnulívsmenn sum høvdu áhuga fyri hesum.

Felagið kom at hava stóra ávirkan á menningina og tilvitanina um hesa vinnu. Av tí at felagið var rikið av áhugaðum fólkum og gjørdist arbeiði so mikið krevjadi at Føroya Arbeiðsgevarafelag sum tíðin fráleið tók yvir henda aktivitetin.

Av tilvild møtir Johan Mortensen Richard Hardman, leitingarstjóra hjá Amerada Hess í einum flogfari. Richard er ein av heimsins bestu »oljufinnarum« og hevur funnið nógva olju í sínari 40 ára karrieru. Richard og Johan gerast vinmenn og í 1996 heitur Richard so á Johan Mortensen um at verða teirra umboðsmaður í Føroyum. Johan tekur av og fer úr fiskasøluyrkinum og fær samstundis eina holla upplæring frá Richard Hardman um alt innan leiting og framleiðslu av olju.

Richard Hardman var saman við einum Shell jarðfrøðingi millum teir allarfyrstu sum sýndu Føroyum ein professionllan áhuga.

Restin er ídag søga, vit hava funnið olju og gass og koma at hava eina aktiva oljuvinna. Johan Mortensen kann sigast at hava verið ein av heilt stóru og visioneru undangongumonnunm í hesari vinnu og sum ongantíð ivaðist í at hann hevði rætt.

Johan Mortensen tók seinast í 2000 við sum føroyskur stjóra hjá stóra amerikanska oljufelagnum ANADARKO sum hevur eitt nýggju ára loyvi í Føroyum.